Innanlands

Norðurlandahúsið er minst 200 milliónir vert umframt innbúgv

Og tá er útgerð og innbúgv ikki tald við, upplýsir stjórin fyri húsið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-21 10:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá talan er um virðið av bygninginum, so liggur tað á minst 200 milliónum krónum umframt útgerð on innbúgv. Hetta er ikki galdandi marknaðarvirðið, tá má tryggingarfelagið gera av.

Soleiðis skrivar stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, í brævi til mentanarnevndina hjá Løgtinginum.

Uppskotið til samtyktar hjá Miðflokkinum um at yvirtaka Norðurlandahúsið hevur verið til fyrstu viðgerð í Løgrintinum, og verður nú viðgjørt í mentanarnevndini áðrenn tak kemur aftur í løgtingssalin til endaliga avgerð.

Mentanarnevndin hevur havt málið til viðgerðar á tveimum nevndarfundum higartil, og á fundinum hósdagin í farnu viku, vóru fleiri fólk kallað inn til fundar við nevndini.

Teirra millum var Gunn Hernes, sum á fundinum lovaði at senda ymiskar upplýsingar um húsið aftur til nevndina, harímillum eina meting av virðinum av Norðurlandahúsinum.

Hini, sum mentanarnevndin hevði innkallað til fundar eru Helel Thede Johansen, sum er forkvinna í ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið, Mortan Zachariassen, varaformaður í stýrinum fyri Norðurlandahúsið, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum saman við aðalstjóranum Eyðuni Mohr Hansen, Bjarni Kárason, landsstýrismaður við norðurlendskum samstarvsmálum og embætisfólkini í uttanlanríkistænastuni, Petur Petersen og Gunvør Balle.

Mentamálanevndin skuldi aftur hava fund í morgun, áðrenn tingfundin, sum byrjar klokkan 11. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder