Ársins størsti politiski fundur í norðurlendskum høpi, ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum, verður ikki hildin í Reykjavík síðst í oktober, sum ætlað.
Tað tók formansskapurin í ráðnum avgerð um á fundi í dag. Orsøkin er covid-19 støðan, ið ger tað ómøguligt at fyrireika og gjøgnumføra fundin sum ætlað, skrivar norden.org.
Vanliga verður fundurin hjá Norðurlandaráðnum hildin í 44. viku í tí landinum, sum hevur formansskapin í ráðnum. Tí skuldi fundurin í ár vera í Reykjavík.
- Vit hava tikið avgerð um at taka tær politisku avgerðir, sum skulu takast á talgildum fundum, sigur forkvinnan í Norðurlandaráðnum, Silja Dögg Gunnarsdóttir.
Enn er ikki avgjørt í staklutum, hvussu hetta verður gjørt, men tað verður arbeitt við nú, leggur hon afturat.
- Politiska arbeiðið í Norðurlandaráðnum heldur fram hóast korona, sigur Silja Dögg Gunnarsdóttir.
Vanliga verða norðurlendsku virðislønirnar handaðar á einum mentanartiltaki í sambandi við ársfundin, og smbært forkvinnuni í Norðurlandaráðnum verða hesar handanirnar ikki raktar av avgerðini um at avlýsa fundin í Norðurlandaráðnum.
Talan er um virðislønirnar í bókmentum, barna- og ungdómsbókmentum, filmi, tónleiki og umhvørvisvirðislønin. Sambært forkvinnuni í Norðurlandaráðnum verða hesar virðislønir handaðar á einum tiltaki, sum verður gjørt í samstarvi við íslendska kringvarpið RUV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald