Norðurlond skulu standa saman í krepputíðum. Tað stendur í uppskotinum til eina fráboðan, sum norðurlendsku samstarvsráðharrarnir væntandi fara at samtykkja á ráðharrafundi í Noregi.
Fundurin millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar er í býnum Halden nærhendis markið til Svøríkis í gjár og í dag.
Tá kreppa rakar, skulu samstarvsráðharrarnir, sambært uppskotinum til samtykt, hittast fyri at tryggja “norðurlendsku perspektivini” áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar í teimum einstøku stjórnunum.
Í norðurlondum hevur verið funnist at, at stjórnirnar í sambandi við koronukreppuna tóku týðandi avgerðir uttan atlit til norðurlendsku grannalondini.
Á fundinum millum samstarvsráðharrarnir skulu tey eisini tosa um, hvussu skjótt og gott samskifti og deiling av vitan kann tryggjast fyri at forða fyri neiligum avleiðingum av teimum avgerðum, sum verða tiknar sum partur av kreppuhandfaring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald