Innanlands

Norðurstreymoy valt prestar

Maria Summers við Skipá verður prestur í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi, og Jákup Erlingsson Petersen verður prestur í Norðurstreymoyar eystara prestagjaldi

Maria Summers við Skipá (Mynd: folkakirkjan.fo)

Maria Summers við Skipá (Mynd: folkakirkjan.fo)

2019-06-29 20:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umsóknarfreistin til tey bæði embætini sum sóknarprestur í Norðstreymoy var úti á middegi 17. juni. Til kallið í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi vóru fýra umsóknir. Tríggir umsøkjarar vóru áhugaðir í kallinum eystanfyri, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

Kirkjuráðini hava nú innstillað og valt sær komandi sóknarprestin.

Maria Summers við Skipá, gudfrøðingur, er innstillað sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Vestmanna.

Jákup Erlingsson Petersen, virkandi sóknarprestur, er innstillaður sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.

Ætlanin er, at tey bæði taka við kallinum 1. september. Maria Summers við Skipá verður eftir ætlan prestvígd í Dómkirkjuni 25. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder