Uttanlands

Noreg: 13 deyðstilburðir knýttir til koronavaksinu

Talan er bara um eldri og skroypiligar sjúklingar – leiðreglurnar eru nú broyttar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-14 12:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra dagar fyri ársskiftið varð fyrsti norðmaðurin koppsettur við vaksinuni frá Pfizer/BioNTech móti korona. Frammanundan varð ávarað um, at koppsetingin kundi geva ávís hjáárin.

Nú vísir ein frágreiðing frá norska Legemiddelverket, at 13 fólk eru deyð eftir at hava fingið vaksinuna. Stovnurin hevur kannað 29 fráboðanir um hjáárin.

Fyri øll tey deyðu er galdandi, at talan var um skroypiligar eldri sjúklingar. Øll vóru oman fyri 80 ár og nøkur teirra yvir 90.

- Tað tykist sum um, at nakrir av hesum sjúklingunum fáa so sterk hjáárin við fepuri og gerast úrsalig, at tað kann gerast ógvuliga álvarsligt fyri tey, og kann vera orsøk til, at tey doyggja, sigur Steinar Madsen, fakligur stjóri í Legemiddelverket við NRK.

Heilsustovnurin hevur tí nú tillaga leiðreglurnar fyri hvørji skulu koppsetast.

- Læknar mugu nú meta neyvari um, hvørji skulu koppsetast. Er talan um ógvuliga skroypiligar sjúklingar, sum ikki hava nógv eftir at liva, kann metast vera ráðiligt at lata vera við at koppseta, sigur Steinar Madsen.

Hetta er eisini í tráð við leiðbeiningina, sum kom frá FHI, Folkehelseinstituttet, fyrr í vikuni, skrivar NRK.

Steinar Madsen leggur dent á at hesi hjáárin eru sjáldsom, og at tað eru fleiri túsund skroypiligir, eldri borgarar, ið eru koppsettir uttan at tað fekk fylgjur.

Við “skroypiligar” meinar hann við sjúklingar við álvarsligum hjartasviki, demens, KOL og øðrum lívshættisligum sjúkum.

 

placeholder
placeholder