Svenska løgreglan støðgaði tíðliga í morgun ein 14 ára gamlan drong handan róðrið í einum norskum býarbussi.
Drongurin hevði stolið bussin í Vestby, skamt sunnan fyri Oslo, og koyrdi tvørtur um markið til Svøríkis tíðliga í morgun.
Hann varð støðgaður av løgregluni umleið klokkan 4 í nátt nakað norðan fyri Göteborg. Tá hevði drongurin koyrt einar 170 kilometrar, skrivar NRK.
- Eg skilji ikki hvussu ein 14 ára gamal megnar at koyra ein buss. Hann koyrdi hvørki ófantaligt ella óvanliga spakuliga, sigur Jens Andersson frá svensku løgregluni við VG.
Løgreglan varð fráboðað um málið, tá eitt bussfelag í Noregi tíðliga í morgun boðaði frá, at ein av bussum teirra var stolin. Tey sóðu á GPS’inum, at bussurin var farin yvir um markið til Svøríkis.
Sambært bussfelagnum Ruter, varð bussurin stolin úr eini høll í Vestby. Og slíkt krevur serligt snildi, skrivar NRK.
Enn er ógreitt, hvussu drongurin bar seg at.
Drongurin var einsamallur í bussinum. Ongin er komin til skaða, og løgreglan hevur ikki fingið nakra fráboðan um illgrunasama koyring frá øðrum, sum koyrdu á strekkinum.
Svenska løgreglan hevur nú drongin í varðhaldi, og norska barnaverndin er á veg eftir dronginum. Hann verður skuldsettur fyri ólóliga koyring, og síðan latin foreldrunum, skrivar VG.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald