Coronavirusi heldur fram við at spreiða seg, og í gjár varð staðfest, at ein kvinna í Tromsö var "veikt positiv".
Les eisini: Minst 48 lond og seks heimspartar nú raktir
Fyrsti danin smittaur við Corona
Hetta er talan um fyrsta tilburðin í Noreg, men fleiri onnur eru kannaði, har bíðað verður eftir svarið. Millum annað 50 fólk í Oslo, ið nú eru í karantenu - aðrastaðni kring landið er eisini varhugi um Coronavirusi hevur rakt.
Í almennari fráboðan sigur heilsumálaráðið, at arbeitt verður útfrá, at ein fjórðingur av íbúgvunum í Noreg kann verða raktur av covid-19. Hetta kann fáa eina stóra ávirkan:
- Um 25 prosent av fólkunum verða smittaði, støðan sum fólkaheilsuráðið hevur biðið okkum arbeitt útfrá, kann tað viðføra at millum 160.000 og 280.000 "eyka" fólk seta seg í samband við heilsutænastuni orsaka av sjúkuni. Í slíkari støðu má øll onnur ætlað viðgerð í heilsutænastuni útsetast.
Á tíðindafundinum varð gjørt greitt, at tað ikki var óvæntað, at Noreg fekk ein tiburð. Eisini varð gjørt greitt, at skúlar, barnagarðar og annað ikki verður stong fyribils, men hetta kann gerast ein avleiðing, um smittan spreiðir seg í Noreg.
Ferðamannaskipið Saga Sapphire skuldi leggja at í Tromsö í vikuni, men hevur nú broytt kós orsaka av covid-19 tilburðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald