Uttanlands

Noreg rættir SAS eina hjálpandi hond

Norska stjórnin bjóðar seg til at leggja eitt lán um til partabrøv

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-06-28 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska stjórnin leggur nú upp til at rætta trongda skandinaviska flogfelagnum SAS eina hjálpandi hond við at umleggja eitt lán til felagið ella partar av láninum til partabrøv.

Talan er um eitt lán, sum SAS fekk tá felagið skuldi klára brotasjógvarnar í sambandi við korona.

Hetta upplýsti norski vinnumálaráðharrin, Jan Christian Vestre á einum tíðindafundi í dag.

Noreg hevur ikki átt partabrøv í SAS síðan 2018.

Tað verður kortini ein rættiliga lítil partur, sum Noreg fær, um lánið verður lagt um. Og Noreg hevur ikki ætlanir um at seta fleiri pengar í felagið.

Harvið eru boðini eisini, at norska stjórnin ongar ætlanir hevur um at gerast eigari í felagnum í longri tíð. Umleggingin av láninum skal einans fatast sum hjálp til kreppurakta felagið, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder