![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Harald kongur av Noregi var mánadagin skrivaður út av sjúkrahúsi. Men hann er framvegis undir eygleiðing av læknum, og er nú sjúkrameldaður fyribils,upplýsir norska kongshúsið.
Fríggjadagin í farnu viku varð kongur lagdur inn á Rikshospitalet í Oslo við trupulleikum í andaleiðini.
Kongshúsið vísti beinanvegin aftur, at talan skudi vera um korona-smittu.
Kongur var innlagdur í tveir dagar, og var so skrivaður út aftur mánadagin. Fráboðanin frá kongshúsinum tá var, at kongur fór at vera sjúkrameldaður til 4. oktober.
Hetta tíðarskeiðið skuldi Haakon krúnprinsur taka sær av almennu uppgávunum hjá kongi.
Men nú sigur kongshúsið, sambært NTB tíðindastovuni, at tað ikki ber til at siga, hvussu leingi kongur nú verður sjúkraskrivaður.
Kongshúsið sigur seg heldur ikki kunna siga, um longda sjúkrameldingin er orsaka av, at heilsustøðan møguliga er versnað.
83 ára gamli Harald kongur var seinast innlagdur á sjúkrahús í januar. Tá merkti hann svimbul, men varð skrivaður út eftir eina viku.
Í desember í fjør var hann eisini sjúkrameldaður. Tá upplýsti Haakon krúnprinsur, at pápin var raktur av einum virus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald