Viðurskiftini á dagstovnaøkinum verða aftur normaliserað. Hesum boðar Kommunufelagið frá seinnapartin.
Tamarhald tykist vera á smittuni, og seinastu tíðina hevur eingin smittubreiðsla verða innanlands í Føroyum. Í hesum sambandi hevur Kommunufelagið ráðført seg við Koronaráðgevingina.
Er støðan áhaldandi góð, tá ið hendan vikan er farin, metir Koronaráðgevingin, at tað er ráðiligt at børnini kunna spæla saman uttan avmarkingar á dagstovnum í kommununum, og at starvsfólkini kunna flyta ímillum stovur uttan avmarkingar, ljóða boðini.
Samstundis minnir Kommunufelagið á at halda seg til almennu tilmælini um reinføri. Børn og vaksin vaska hendur, tá tey koma á stovnin og annars eftir tørvi. Eisini eigur hondspritt at verða tøkt at brúka ígjøgnum dagin.
Nýggju tilmælini eru galdandi frá 7. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald