
Í apríl 2003 kom nýggja Norröna. Síðan hon kom í føroyska flotan, er Norröna dagførd í smáum. Men nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi.
– Vit hava tørv á fleiri kabinum og væl betri uttandurafasilitetum, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.
– Tískil fara vit at økja talið á kabinum við áleið 50, sigur hann.
Nýggju kabinurnar, sum stjórin sipar til, eru dupultkømur.
Á dekk 10 fær skipið eina nýggja café við góðum møguleikum at njóta tíðina úti í Atlantshavi. Í sama sambandi verður nógv annað broytt og bøtt. Eitt nú verður nýtt, snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðafólk at slappa av í og bara njóta tað.
– Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norröna kom í flotan fyri seytjan árum síðan. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið okkara kundar hava, sigur Rúni Vang Poulsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald