Norrøna Felagið í Føroyum stuðlar føroysku umsóknini um fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tað boðar felagið frá í yvirlýsing í dag.
Felagið skrivar, at Føroya løgting hevur einmælt samtykt, at Føroyar søkja um limaskap í Norðurlandaráðnum. Umsóknin varð send í 2016, og hon er framvegis til viðgerðar.
“Í umsóknini verður sum høvuðsorsøk, staðfest at Føroyar hava til fulnar yvirtikið øll málsøki, ið verða viðgjørd í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska ráðharraráðnum, og at tað einans eru Føroya løgting og Føroya landsstýri, ið hava tjóðskaparligan avgerðarførleika á nevndu økjum.
Við hesum í huga er ikki eitt haldgott sjónarmið, at Føroyar ikki eru umboðaðar á jøvnum føti við hini norðurlondini í norðurlendska samstarvinum, har mál, ið hava við Føroyar at gera, verða viðgjørd.
At Føroyar fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum er heilt í samsvari við allar tær yvirlýsingar og framtíðarhugsanir, sum siga at norðurlendskt samstarv byggir á álit, inklusjón, fólkaræði, og at Norðurlond skulu verða tann mest integreraði parturin av heiminum í 2030.”
Ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum verður settur í Stórtinginum í Oslo í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald