![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu árini hevur Hetlandsráðið, Shetland Island Council, fingið góðar fimm milliónir krónur í vinningsbýti fyri sín ognarlut í Pf. Smyril Line.
Tað upplýsir ráðslimurin Ryan Thomson fyri Shetland News. Ryan Thomson er formaður í umhvørvis- og samferðslunevndini hjá Shetland Island Council, sum framvegis hevur eitt inniligt ynski um, at Smyril Line fer at broyta støðu, so Norrøna aftur fer at leggja at í Hetlandi á veg til og úr Danmark.
Hetlandsráðið setti í 2002 yvir fýra milliónir pund í Smyril Line í eini roynd at varðveita ferjusambandið í framtíðini. Men tað helt ikki longur enn til 2007, tá Smyril Line tók avgerð um, at tað ikki loysti seg hjá Norrønu at leggja inn í Lerwick, tí áhugin hjá ferðafólkunum ikki var nóg stórur.
Hóast avmarkaða áhugan, so hevði Norrøna stóra ávirkan á hetlendska búskapin. Ryan Thomson vísir á, at um tað mundið, sum Norrøna gavst at sigla upp á Lerwick, varð mett, at ferjusambandið lyfti hetlendska búskapin við umleið seks milliónum pundum um árið, svarandi til næstan 50 milliónir krónur.
Misunna føroyingum
Fyri tveimum árum síðani sendi Hetlandsráðið eina umbøn til Smyril Line um at lata Hetland aftur vera partur av rutunetinum hjá Norrønu. Vónin var onkursvegna, at hetta sambandið kundi gerast ein partur av arktisku strategiini hjá skotsku stjórnini eisini.
Ryan Thomson, ráðslimur, sigur at hann og Hetlandsráðið taka undir við eini arktiskari ætlan, har tað møguleikarnir verða kannaðir víðari um at styrkja bondini við ”vinirnar í Føroyum”.
Shetland News greiðir eisini frá, at Hetlandsráðið nýliga hevur viðgjørt møguleikan fyri at kanna møguleikan fyri at fáa størri fíggjarligan og politiskan sjálvavgerðarrætt, og sambært Ryan Thomson eru Føroyar fyrimynd í so máta.
- Vit misunna føroyingum hvussu tey hava bygt út teirra undirstøðukervi og hvussu búskapurin er endurreistur. Her í Hetlandi stríðast vit við, at unga fólkið flytur frá, í Føroyum flyta tey til orsaka av íløgunum í undirstøðukervi, tøkni og samband við umheimin, sigur Ryan Thomson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald