Í gjárkvøldið fóru nógv av smittufyribyrgjandi tiltøkunum í Noregi úr gildi.
Hetta merkir m.a., at skeinkistøð nú aftur kunnu selja rúsdrekka eftir klokkan 23, og at savningarmarkið á tíggju fólk ikki er galdandi longur.
Sóttarhaldið verður eisini stytt úr seks døgum niður í fýra, og fólk noyðast ikki longur at lata seg kanna fyri koronu, tá tey koma til landið. Annars hevur verið krav um, at øll, sum komu til Noregs, óansæð um tey vóru koppsett ella ikki, skuldu kannast. Kravið um, at øll, sum kunnu, skulu arbeiða heimanifrá, verður eisini slept.
Orsøkin til, at stjórnin heldur tað vera ráðiligt at linka hesi tiltøkini er, at omikron-frábrigdið gevur minni álvarsama sjúku, og at ein stórur partur av norska fólkinum er koppsettur fyri koronu, segði Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri á tíðindafundi týsdagin, sambært Ritzau.
Kravið um munnbind í handlum og almennu ferðsluni og onnur líknandi støð er tó framvegis galdandi.
Restin av tiltøkunum kunnu verða sett úr gildi 17. februar, um tað gongst, sum væntað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald