Mentan

Norski sangfuglurin Christel Alsos kemur til Føroya

Ein av best umtóktu sangfuglunum í Noregi hevur jólakonsert í Norðurlandahúsinum 21. november

2025-09-29 15:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein av best umtóktu sangfuglunum í Noregi hevur konsert í Norðurlandahúsinum 21. november klokkan 19.30.

Við tíðini er tað vorðið siðvenja hjá norsku sangarinnuni Christel Alsos at fara á konsertferð í Noregi við jólasangum í viðførinum, sum hon ber fram gjøgnum tónleikin. Í ár er einki undantak, og í ár byrjar hendan siðvenjan í Føroyum.

Christel framførir jólasangir og hevur í nógv ár savnað ungar sum eldri áhoyrarar til konsertir við dámi av ró, nærleika og hugna. Á hvørjum ári skapar hon eitt fjálgt tónleikarúm við inniligum sangi, ið birtir vón og merkist í áhoyrarunum. Ætlanin við siðbundnu jólakonserferðini er at fáa fram serligu kensluna, sum nógv seta í samband við jólini.

Christel Alsos verður í dag mett sum ein av mætastu tónleikarum og røddum Noregs. Hon er útbúgvin við Musikfolkehøgskolen Viken og gav fyrstu stakútgávu sína Come On út í 2006. Síðani hevur hon latið fimm útgávur úr hondum. Hon hevur eitt nú framført sangin Håll Ut á palli saman við svenska Bo Kaspers Orkester.

Atgongumerki kunne keypast á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder