Í gjárkvøldið løgdu fólk til merkis, at ein lítil nósi hevði leitað sær upp á Tinganes at hvíla.
Løgreglan varð fráboðað um hetta um 18 tíðina í gjárkvøldið, og av politistøðini valdu tey at senda boð eftir einum djóralækna fyri at fara út at hyggja eftir unga súgdjórinum.
Niðurstøðan var, at nósin sær út til at hava tað gott, og fær loyvi til at liggja fyribils. Um so er, at hann verður liggjandi uttan fyri gluggan hjá løgmanni, og einki fær at eta, kann møguliga gerast neyðugt at umhugsa, um nósin møguliga skal avlívast, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Myndirnar tók Sverri Egholm í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald