Mentan

Not My Time: Nýtt lag frá Son of Fortune

Lagið er av komandi plátuni hjá Son of Fortune, Voodo Pop, sum kemur út 8. mai

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-03-21 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kemur Son of Fortune við nýggjum lagi.

Lagið, ið eitur "Not My Time", er av komandi plátuni hjá bólkinum, Voodoo Pop.

Plátan er upptikin í Nasville, Tennessee saman við Grammy-vinnandi toyminum Mike Fahey og Vance Powell.

Lagið "Not My Time" varð skrivað í Nashville ein timburmannadag í Januar í fjør, eftir at sangarin og gittarspælarin Benjamin hevði verið á konsert hjá Willie Nelson. Benjamin kom í prát við ein av gestunum á hostellinum hann búði á 1st Avenue North, og lívssøgan hjá manninum gav íblástur til tekstin.

Plátan Voodoo Pop kemur út 8. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder