Hann liggur nummar eitt á heimsstyrkislistanum og vann í fjør sera spennandi og longu Wimbledon-finaluna á Roger Federer. Nú er greitt, at 33-ára gamli serbin hevur fingið koronavirus.
Novak Djokovic er ikki tann eisinasti, ið hevur fingið staðfest smittuna eftir Adria Tour-kappingina. Djokovic hevur verið ein av fyriskiparunum av kappingini, sum hevur verið í heimbýnum hjá heimsins besta leikara (serbiska høvuðsstðanum) og í Zadria í Kroatia.
Sunnudagin gjørdist greitt, at bulgarin Grigor Dimitrov var smittaður við korona, og nú eru fleiri aðrir tilburðir í samband við kappingina, har áskoðarar vóru og har tilmæli um frástøðu ikki vórðu hildin, staðfestir.
Mest merkisvert er, at Novak Djokovic er smittaður. Hetta váttaði ein talsmaður fyri serban fyri Reuters fyrr í dag. Kona tennisleikaran er eisini smittað, men børinini eru ikki. Djokovic hevur ikki nøkur sjúkueyðkenni.
Innanlands
Novak Djokovic hevur fingið staðfest koronavirus
Heimsins besti tennisleikari hevur luttikið í Adria Tour í Serbia og Kroatia - ein kapping ið hann sjálvur hevur verið við til at fyriskipa, har tríggir aðrir leikarar eru vorðnir smittaðir
Djokovic (t.v) eftir ótrúligu Wimbledon-finaluna í fjør, har serbin basti Roger Federer (Mynd: EPA)
2020-06-23 16:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald