Innanlands

Noyðast at steingja Vaglið og Niels Finsens gøtu næstu tímarnar

Hetta er galdandi til klokkan 16 og vegna mótmælistiltakið uttanfyri Tinghúsið, har traktorar fara at seta sín dám á

Parkeringsplássið framman fyri ráðhúsið og Niels Finsens gøta, frá Sverrisgøtu oman til Vaglið, er stongd fyri parkering og ferðslu millum klokkan 10 og 16. Traktorarar fara at seta sín dám á

Parkeringsplássið framman fyri ráðhúsið og Niels Finsens gøta, frá Sverrisgøtu oman til Vaglið, er stongd fyri parkering og ferðslu millum klokkan 10 og 16. Traktorarar fara at seta sín dám á

2024-03-19 10:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagsins tingfundur verður nógv merktur av, at fyrstu viðgerð av málinum hjá um nýggja ferðavinnulóg er fyri.

Útoyggjafelagið, Bóndafelagið, Óðalsfelagið og Ferðaleiðarafelagi standa fyri stórum mótmæli, og tað inniber millum annað, at eini 40 traktorarar vera til staðar. 

Sí eisini: 
Traktorar úr øllum landinum verða í Havn í dag
Heita á fólk um at møta fjølment í løgtinginum

Hetta fer at fylla nógv í økinum, og tað avmarkar nakrar møguleikar við bilum:

- Í sambandi við mótmælistiltak í dag 19. mars, verða parkeringsplássið framman fyri ráðhúsið og Niels Finsens gøta, frá Sverrisgøtu oman til Vaglið, stongd fyri parkering og ferðslu frá kl. 10 til 16. 

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder