Áður hevur verið møguleiki at bóka frá 1. juni, men tann seinasta broytingin er, at tað nú er møguligt at bóka ferð millum Føroyar og Danmark frá 1. juli.
Tað skrivar vp.fo
Talsfólk hjá SAS, ið er hart rakt av koronakreppuni, hevur áður sagt við Kringvarpið, at rutan millum Føroyar og Danmark er umráðandi fyri felagið, men at tað er óvist, nær til ber at taka flúgvingina upp aftur.
Um eitt pláss verður bóka, og tað so vísur seg, at flúgving kortini ikki verður, verður peningurin givin aftur.
15. juni verður sóttarhaldið tikið burtur.
Les eisini:
91,9 prosent færri ferðafólk um flogvøllin enn í mai í fjør
Tey ungu meira ivandi í ætlanunum at loyva ferðandi til og úr Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald