Í sambandi við eina norðurlendska mentanarverkætlan, sum Føroyar eru bodnar at taka lut í, verður nú høvi hjá teimum, sum arbeiða við mentan og list, at søkja um ferðastuðul og uppihald í einum av hinum Norðurlondunum.
Talan er um eina verkætlan við evninum “Inkluderandi mentanarlív í Norðurlondum”, ið snýr seg um mentanarlig tiltøk og átøk, ið hava til endamáls at integrera og inkludera tilflytarar og flóttafólk, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu síni.
Ein liður í verkætanini er ferðastuðulsskipanin, har norðurlendsk listafólk, feløg, virki ella stovnar, ið arbeiða við mentan og list, kunnu søkja um ferðastuðul. Talan kann eitt nú vera um áhugafeløg, einstøk listafólk, mentanarstovnar og privat feløg, ið virka á listar- og mentanarøkinum, sum ynskja at fáa samband við onnur, ið eisini arbeiða við inklusjón í mentan og list. Málið er at deila royndir og vitan, sum fólk og felagsskapir í ymsu londunum hvør sær hava gjørt sær - eitt nú um tiltøk, arbeiðshættir og mentanarlív, ið kunnu fremja inklusjón og integrasjón.
Upp til tvey fólk kunnu fáa stuðul til ferð og uppihald í einum av hinum Norðurlondunum í upp til fimm dagar fyri at vitja eitt felag ella ein felagsskap - og soleiðis menna egnar førleikar og fáa samstarv í lag.
Verkætlanin er eitt av høvuðsátøkunum í sambandi við norska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Verkætlanin heldur á til og við 2019.
Tað er Kulturrådet í Noreg, ið stendur fyri verkætlanini.
Nærri kunning og umsóknarblað fæst á heimasíðuni Inkluderende kulturliv hjá norska Kulturrådet: https://www.kulturradet.no/inkluderende-norden
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald