Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi. Tað er danska stjórnin, sum sum hevur játtað 25,5 milliónir krónur næstu fýra árini. Hetta er við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Tað er júst Granskingarráðið, ið umsitur játtanina og lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av granskingarskránni, sum er 4 milliónir krónur í ár. Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 2 mió. kr, og tí verður stuðul væntandi latin til tvær ella tríggjar verkætlanir í ár, boðar ráðið frá.
- Ætlanin við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann vera við til at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýti millum ovara og djúpra rákið í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum og havsúrgan. Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu vera við í hvørjari verkætlan. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.
Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.
Edmundi Joensen, fólkatingsmaður, hevur arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking, og hevur heitt á stjórnina um at játta pening til slíka gransking, boðar Sambandsflokkurin á Fólkatingið frá.
Umsóknarfreistin er 21. september kl. 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald