Innanlands

Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum

Í ár hevur Jonna Ljósá sniðgivið jólamerkini, ið Posta gevur út, og sum fáast til keyps frá 30. oktober

(Mynd: Posta)

(Mynd: Posta)

2023-10-16 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum.

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfelagsgagnlig endamál.

Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út.

Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Jonna Ljósá sniðgivið jólamerkini. Ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 23. oktober.

Freistin at senda inn umsókn um stuðul er 30. oktober, skrivar Posta í tíðindaskrivi.

– Vælgrundaðar umsóknir við fullfíggjaðari fíggjarætlan hava fyrimun. Tó kann stýrið játta stuðul eftir egnum uppskoti. Umsóknin skal stílast til Jólamerkjagrunnin og sendast til [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder