- Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 30. juni 2024.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag.
Fyri at skipa fyri tiltaki á kommunalum øki á ólavsøku, er neyðygt fyrst at søkja um loyvi á Vanganum. Á síðuni um ólavsøkuloyvi sæst, hvussu man søkir, og hvørjar treytirnar eru.
Freistin at søkja um loyvi til tiltak á kommunalum øki á ólavsøku er mánadagin 3. juni 2024, skrivar torshavn.fo
Lat tilfar inn til ólavsøkuskránna áðrenn 30. juni 2024
Vilt tú hava tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú senda tilfarið áðrenn 30. juni 2024.
- Vit skulu gera vart við, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning ikki er partur av ólavsøkuskránni.
Les meira um tað HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald