Innanlands

Nú ber til at søkja um stuðul til havgransking

Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 mió. krónur av næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum – Granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul

2020-07-11 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi.

Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 mió. krónur av næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum. Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.

Ætlanin við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann vera við til at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýti millum ovara og djúpra rákið í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum og havsúrgan.

Granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul.

Endamálið við granskingarskránni er eisini at menna samstarvið millum londini um havgransking. Tað er tí ein treyt, at játtan verður latin til øll trý londini, skrivar Granskingarráðið, sum hevur fingið til uppgávu at umsita granskingarskránna.

Fýra mió. krónur eru tøkar í stuðli í ár, og freistin at søkja um stuðul er 21. september klokkan 12.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder