Mentan

Nú ber til at søkja um stuðul til mentan og list

Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk ella stuðul til myndlistafólk er 15. mars, meðan freistin at søkja um stuðul til barna- og ungdómstiltøk er 15. apríl

(Mynd: ummr.fo)

(Mynd: ummr.fo)

2022-01-29 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 er peningur settur av til stuðul av mentanarligum tiltøkum, stuðul til myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði, og nú ber til at søkja.

Stuðulin til mentanarlig tiltøk verður játtaður sum verkætlanarstuðul ella annar stuðul til einstaklingar, bólkar ella feløg. Játtanin til hetta er 1.120.000 krónur.

Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð. Í fyrstu atløgu verða yrkislistafólk raðfest, tá stuðul skal latast, og síðani umsøkjarar, sum eru á eini listaligari yrkisleið.

Játtanin til hetta er 150.000 krónur.

Freistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og stuðul til myndlistafólk er 15. mars.

Upphæddin, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið umvegis sp/f Ítróttarvedding fær burtur av veddingarpengunum, verður nýtt sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung. Tey, sum skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum, sum eru børnum og ungum til gagns, kunnu søkja um hendan stuðulin fram til 15. apríl.

Játtanin er 15 prosent av veddingarpengunum, og hvussu stór tann upphæddin verður, verður kunngjørd í apríl/mai. Seinastu árini hevur upphæddin ligið um tvær milliónir.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder