Innanlands

Nú ber til at tilnevna Ársins Leiðarar 2020

31. januar verður aftur Leiðaradagur á Hotel Føroyum, har Ársins Leiðarar eisini skulu finnast

Mynd: Synergi

Mynd: Synergi

2019-11-18 15:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

31. januar 2020 verður aftur Leiðaradagur á Hotel Føroyum, og í hesum sambandi skulu Ársins Leiðarar kjósast.

Tað eru tveir leiðarar, sum skulu veljast. Ein leiðari innan privata vinnulívið og ein innan tað almenna.

Øll kunnu gera sína ávirkan galdandi við at senda inn uppskot um Ársins Leiðara til dómsnevndina, og til ber at tilnevna meira enn ein. Einasta treytin er, at tað skal vera ovasti stjóri ella leiðari á eini fyritøku, stovni ella felagi, ella ein nevndarforkvinna/-maður.

Synergi skrivar í tíðindaskrivi, at tey vóna at fáa eina rúgvu av tilnevningum við góðum grundgevingum.

Tað verður síðani upp til dómsnevndina at taka endaliga støðu til, hvørji gerast Ársins Leiðarar 2020, út frá tilnevndingunum, sum koma inn.

Í ár vóru tað Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, sum gjørdist Ársins Leiðari innan tað almenna, og Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, sum gjørdist Ársins Leiðari innan tað privata.

Uppskot til Ársins Leiðarar 2020 kunnu sendast inn her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder