Innanlands

Nú byrjar arbeiðið upp á langhylin

Fyrsta flagið verður loyst seinnapartin í morgin

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2020-12-08 08:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undan kommunuvalinum var eitt lítið hátíðarhald uttan fyri svimjihøllina í Gundadali í sambandi við, at ein stór maskina fór í gongd við at knúsa ÍSF-húsið fyri at geva pláss fyri nýggja langhylinum.

Seinnapartin í morgin verður aftur hátíðarhald á sama stað. Hetta í sambandi við, at farið nú verður í gongd við byggingina av nýggja svimjingarhylinum.

Tórshavnar býráð samtykti 6. november at taka av høvuðsarbeiðstøkusáttmála uppá 147,5 milliónir krónur við Pf. J&K Petersen. Og 30. november varð sáttmáli undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu.

Tá ið fyrsta flagið er loyst, verður farið beint víðari at rigga byggiplássið til. Langhylurin skal verða liðugur í 2023, skrivar torshavn.fo. Arkitektafyritøkan SNA hevur teknað og lagt langhylin til rættis.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder