2023-10-02 07:54
Klokkan 8 byrjar verkfallið sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði frá hósdagin.
Talan er um eitt umfatandi verkfall sum í fyrsta umfari rakti allar seingjardeildirnar í Sjúkrahúsverkinum, men síðan er verkfallið tikið aftur B7 á Landssjúkrahúsinum.
Les eisini: Verkfallið rakar ikki B7 á Landssjúkrahúsinum
Eisini eru flestu av teimum undantøkunum, sum leiðslan á Sjúkrahúsverkinum hevur biðið um, gingin á møti, soleiðis at akutt og neyðugt virksemi kann halda fram eftir klokkan 8.
Allar planlagdar skurðviðgerðir sum skuldu vera í dag, eru avlýstar. Tey sum eru rakt av hesum hava longu fingið boð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald