Uttanlands

Nú eisini skuldsettur fyri deyðshóttanir

Marius Borg Høiby, sonurin hjá norsku krúnprinsessuni er framanundan skuldsettur fyri m.a. harðskap og herverk

Marius Borg Høiby (Mynd: EPA)

Marius Borg Høiby (Mynd: EPA)

2024-09-16 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Marius Borg Høiby, sonur Mette-Marit krúnprinsessu er nú eisini skuldsettur fyri deyðshóttanir.

Frammanundan er kunngjørt, at hann er skuldsettur fyri m.a. harðskap, herverk og brot á tilhald.

Málið byrjaði, tá 27 ára gamli Marius Borg Høiby fyrst í august varð handtikin og skuldsettur fyri hóttanir og harðskap móti táverandi unnustu sínari. Síðan er boðað frá, at løgreglan heldur, at har eru fýra órættaðir persónar í málinum.

Orsøkin til nýggju skuldsetingina er ein upptøka av einari telefonsamrøðu millum Høiby og órættaða kvinnan í kjalarvørrinum á einari hending, sum fór fram náttina til 4. august.

Í samrøðuni verður tosað um ein mann, sum bæði Høiby og kvinnan kenna. Sambært Høiby er maðurin "deyðaræddur", tí Høiby "fer at drepa hann", skrivar Ritzau.

Mette-Maris krúnprinsessa fekk Marius Borg Høiby, áðrenn hon hitti Haakon krúnprins og giftist inn í norsku kongafamiljuna, og sostatt er Marius Borg Høiby ikki formliga partur av norska kongshúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder