2020-09-10 15:33
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú fáa vestmenningar aftur møguleikan at spæla bóltspæl og annað á graslíki á Plenuni oman fyri skúlan á Kongsteigum.
Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
- Drúgv tíð er liðin, síðan gamla graslíkið varð tikið oman av plenuni oman fyri skúlan á Kongsteigum, tí at tað var í so ringum standi, og nógv hevur verið spurt um, nær nýtt graslíki fór at vera lagt á.
Nú er so nýtt graslíki lagt á Plenuna. Undirlagið er gummiasfalt, sum bæði virkar stoytdoyvandi og drenar vætu burtur. Omaná gummiasfaltið er lagt graslíki við sandi í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald