Tónleikafestivalurin Tórsfest verður í ár í Vágsbotni. Tað er orsakað av stórarbeiðnum, sum er í gongd millum tinghúsið og býráðshúsið, har høvuðspallurin vanliga er.
Fysisiku fyrireikingarnar eru nú av álvara farnar í gongd, og orsakað av hesum eru ferðsluviðurskiftini øðrvísi á einum lítlum strekki í høvuðsstaðnum, har vanliga nógvir bilar koyra.
Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í sambandi við fyrireiking til Tórsfest 2023 er eingin koyring loyvd frá Bøgøtu og Skálatrøð til Tórsgøtu og Mylnugøtu.
Tað vil siga einvegis feðsla í Vágsbotni. Hetta kom í gildi í morgun, mikudagin 19. juli klokkan 8, og er ferðsluforboðið galdandi til sunnudagin 23. juli klokkan 12.
Mynd: torshavn.fo
Tórshavnar kommuna boðar eisini frá, at fleiri vegir verða stongir frá fríggjadegnum klokkan átta á morgni: Eingin gjøgnumkoyring verður frá Bøgøtu til Vágsbotn, Tórsgøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn, Sverrisgøta er stongd frá Magnus Heinasonar gøtu oman til Tórsgøtu, Mylnugøta er stongd, og Bryggjubakki er stongdur til Bringsnagøtu.
Hetta er galdandi frá frá fríggjamorgnir 21. juli klokkan 8 til sunnudagin 23. juli klokkan 12.
Dagført: 13.46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald