Innanlands

Nú er ein nýggjur tilburður staðfestur

Føroyar eru ikki longur koronafríar – Ein nýggjur tilburður varð staðfestur á flogvøllinum í gjár

Koronakanningar á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Koronakanningar á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-05 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni er ein persónur í Føroyum staðfestur smittaður við koronasmittuni. Hetta upplýsir landslæknin í morgun.

Tilburðurin varð staðfestur við kanning á flogvøllinum í gjár, og smittaði persónurin er nú avbyrgdur.

Sostatt er talið á smittaðum persónum nú komið upp á 188, eftir at Føroyar hava verið koronafríar í næstan tveir mánaðir.

Í Føroyum eru nú fleiri enn 16.000 kanningar gjørdar.

placeholder
placeholder