Mentan

Nú er G! dagsskráin klár

Kaleo, Hamradun og Hallur Joensen eru á skránni leygardag, Emiliana Torrini, Eivør og Lewis Fitzgerald fríggjadag meðan Trentemøller, DakhaBrakha og Hatari spæla hósdag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-06-03 12:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

G! Festivalurin: Kaleo, Hamradun og Hallur Joensen eru á skránni leygardag, Emiliana Torrini, Eivør og Lewis Fitzgerald fríggjadag meðan Trentemøller, DakhaBrakha og Hatari spæla hósdag. Hetta er nakað av tí, ið er greitt, nú dagsskráin fyri G! 2025 verður kunngjørd.

Samstundis setur G! eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum til sølu á gfestival.fo.

Hesi atgongumerki eru ætlað teimum, ið hava hug at fara á G! ella hug til at hoyra okkurt av nøvnunum á G! uttan at kunna luttaka á festivalinum allar dagarnar.

Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Beinir byrjar G! veitsluna á stóra palli hóskvøldið 17. juli. Men nú eru dagar settir á allar 57 framførslurnar og upplivingarnar, ið verða í Syðrugøtu dagarnar 17. -19. juli.

Dagsskráin sæst niðanfyri:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder