
31. oktober 2019 skrivaðu Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen undir sáttmála um eina útstykking suður frá Hórheiðum á Skála, og týsdagin handaði stjórin í Articon borgarstjóranum í Runavíkar kommunu útstykkingina í húsunum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð
Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen tá teir høvdu undirritað sáttmálan í húsunum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð (Mynd: runavik.fo)
Verkætlanin hjá Articon fevndi um 27 grundstykkir - av teimum eru 13 seld. Við í útstykkingini var planering av grundøkjunum, kantsteinar, gongubreytir, gøtuljós, asfaltering og rottangar.
Formo á Glyvrum hevur havt eftirlit fyri kommununa. Søluprísurin á nýggju útstykkingini á Skála er 575 krónur fyri fermeturin. Sáttmálakostnaðurin var nakað omanfyri 17 milliónir krónur, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald