Innanlands

Nú er reint vatn aftur í øllum bygdunum

Drekkivatnið í Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak er nú reint, og ikki er neyðugt at kóka vatnið í hesum støðum, sigur Tórshavnar kommuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-13 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vatnið er nú reint aftur í øllum bygdunum í Tórshavnar kommunu, boðar kommunan frá í morgun.

Fyri einari viku síðani, varð boðað frá umfatandi drekkivatnsdálking í Tórshavnar kommunu, og varð heitt á borgarar í Havn, á Argjum, Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak um at kóka vatnið.

Seinni varð boðað frá, at drekkivatnið í Havn og á Argjum var reint aftur, og nú verður so boðað frá, at borgarar í Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak heldur ikki nýtast at kóka drekkivatnið longur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder