Innanlands

Nú er sáttmáli undirskrivaður

Forkvinnan í ljóðsmøðrafelagnum sigur, at tey eru væl nøgd við fýra ára sáttmálan, sum varð undirskrivaður fríggjakvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-29 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelag Føroya.

Talan er um ein fýra ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2024.

Annika Hoydal, forkvinna hjá ljósmøðrafelagnum, sigur við Útvarpið, at tey eru væl nøgd við sáttmálan, sum m.a. gevur meira í løn til tey lægru lønartrinini.

– Eg haldi, vit fingu eina góða loysn, so báðir partar fingu mest av tí, sum teir hava yngst sær, sigur hon.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder