Mentan

Nú er skráin fyri mentanarnáttina á Tvøroyri klár

Mentanarnáttin verður 31. mai

2019-05-23 14:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í drúgva tíð hevur verið arbeitt miðvíst fyri at fáa skapt eina spennandi og fjølbroytta skrá fyri mentanarnáttina - nú er komið á mál.

Skráin er sera umfatandi og inniheldur m.a. barnatiltøk, fyrilestrar, framsýningar, gongutúr, kappingar og tónleik. Longu nú er talgilda útgávan tøk á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.

Í mai verður eitt eintak borið út í hvørt hús í Suðuroynni og nøkur eintøk verða eisini løgd fram á støðum kring, har nógv fólk vitja, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimaíðuni.
 
Mentanarnáttin verður 31. mai.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder