Innanlands

Nú er skráin til Vísindavøkuna klár

Á skránni í Sjóvinnuhúsinum 24. september er m.a. ein rúgva av stuttum framløgum – Høvuðsevnið er gransking og falskunning

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-01 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 24. september verður Vísindavøka í Sjóvinnuhúsinum.

Á skránni er m.a. ein rúgva av stuttum framløgum – 20 í alt – sum verða í Kongshøll frá klokkan 8.30 til 15.30.

Høvuðsevnið er gransking og falskunning. Evnið er sera aktuelt, tí fleiri og fleiri dømir eru um, at fólk heldur trúgva ógrundaðum pástandum heldur enn próvgrundaðari gransking. Sosialu miðlarnir gera tað sera lætt at seta fram meira ella minni villar pástandir, sum spjaða seg við rúkandi ferð og eru sera truplir at mana aftur í jørðina. Hetta hevur verið sera sjónligt í koronutíðini. Eisini onnur evni verða viðgjørd í framløgunum, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuna.

Á parkeringsøkinum verða telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Inni í Sjóvinnuhúsinum verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.

Dagurin endar við einum miðlafagnaði kl. 15.30 við snarrøðukapping, einum kunningartiltaki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Í ár verður ikki mett neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar, og tí eru øll vælkomin, so leingi pláss er. Stroymt verður eisini beinleiðis frá framløgunum, og Kringvarpið tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Øll skráin sæst her. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder