Innanlands

Nú er støðan ikki so galin

Hálkan hevur darvað seinastu dagarnar, men løgreglan hevur ikki fingið álvarsamar fráboðanir seinasta samdøgrið. Ferðslupatruljan er á ferð í Suðuroynni og hevur skrivað eini 40 mál upp

Seinastu dagarnar hevur hálka elvt til stórar trupulleikar í ferðsluni

Seinastu dagarnar hevur hálka elvt til stórar trupulleikar í ferðsluni

2023-12-06 08:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dagarnar hevur hálka veriliga fingið fastatøkur á i Føroyum. Hetta hevur millum annað elvt til nógvar skaðar í ferðsluni - tíbetur hevur næstan bert verið talan um materiellar skaðar. 

Sí eisini: Bilar komnir illa fyri í hálkuni

Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir, og í vikuskiftinum vóru 15 skrásett hálkuóhapp. Í morgun kundi vaktleðarin tó fegnast um, at tað er við at hasa av á hesum sinni. Seinasta samdøgrið hevur so at siga einki slíkt mál verið fráboðað. Tað er heldur ikki eins kalt, og hóast roknast kann við hálku ymsastaðni, so eru koyrilíkindini betri nú

Sí veðrið her

Annars boðaði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Tórshavn frá, at har hevur verið onkur mál, har bilar hava tikið í hvønn annan; at ein koyrir spakuliga á ein annan parkeraðan bil. Hann sigur, at summi gera sær stóran ómak at leggja seðlar og eisini ringja inn til løgregluna at boða frá. Hetta mælir hann til at gera, tí tað loysir seg oftast best. Tað er eisini ein tryggingarspurningur, og fleiri eru fevnd av at hava tikið í ein annan bil í sínari trygging, vísir vaktleiðarin á.

Í Suðuroynni ger ferðslupatruljan hesa vikuna eitt átak. So at siga allir bilar verða kannaðir, og tað eru sum vera man fleiri mál, ið eru uppskrivaði. Samanlagt hevur talan verið um eini 40 higartil. Talan er um alt frá ljósviðurskiftum til vantandi ella ov slitin vetrardekk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder