
Í september varð avtala gjørd millum Bústaðir, Betri Banka, byggifyritøkuna Norcon og Vágs kommunu um at byggja seks lutaíbúðir í Mýrunum, og nú boðar kommunan frá, at gongd er komin á útgrevsturin.
Mett verður, at tað fer at taka umleið eitt ár at byggja íbúðirnar, so um hesa tíð í 2021 kunnu fólk væntandi flyta inn.
Tá tær seks lutaíbúðirnar eru lidnar verða tær latnar lutaíbúðarfelagið, sum seks eigarar koma at eiga í felag. Bygdar verða íbúðir, sum eru 80 fermetrar og 90 fermetrar.
Íbúð á 80 fermetrar (2 kømur)
Innskot: 310.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 310.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.500 kr. um mánaðin eftir rentustuðulin)
Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 5.400 kr.
Íbúð á 90 fermetrar (3 kømur)
Innskot: 350.000 kr. (tað ber til at lána pening til innskotið í Betri Banka – 350.000 kr. kosta í løtuni uml. 1.700 kr. um mánaðin eftir rentustuðul)
Mánaðarliga húsaleigan (sum eisini fevnir um el& hita, viðlíkahald, trygging os.fr.): 6.100 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald