Týsdagin í farnu viku avhendaði Mest arbeiðið, sum fyritøkan hevur gjørt á reinisverkinum hjá Nes kommunu.
Tað er Jóhan Petur Petersen, verkfrøðingur, sum vegna Mest hevur verið verkætlanarleiðari fyri at uppstiga og nútímansgera reiniverkið hjá Nes kommunu.
Býráðið samtykti tíðliga í hesi setuni, at alt skuldi gerast fyri at fáa litin úr vatninum, sum til tíðir hevur verið ein avbjóðing.
Eftir ávísar forkanningar varð heitt á MEST um at koma við einum uppskoti um, hvørji átøk skuldu gerast til tess at betra um vatngóðsluna í Nes kommunu.
Tá ið arbeiðið varð avhendað, takkaði Súni í Hjøllum, borgarastjóri, fyri sera gott og gevandi samstarv við Mest. Hann vísti á, at tað er ein av kjarnuppgávunum hjá kommununi at veita nóg mikið av góðum vatni. Hann fegnaðist um góða úrslitið, sum er komið borgarunum og virkjum til góðar, nú vatnið er vorðið so klárt.
Jóhan Petur Petersen, verkætlnarleiðari, takkaði Nes kommunu fyri at hava fingið hesa spennandi uppgávu. Somuleiðis takkaði hann fyri sera gott samstarv. Síðan greiddi hann frá tí fakliga partinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald