Heilsumálaráðið boðar nú frá, at allar kanningarnar, sum vórðu framdar mikudagin 5. august eru greinaðar, og Landslæknin hevur nú ringt til teirra, sum hava fingið staðfest smittuna.
Fleiri enn 44.700 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og 763 kanningar mangla at verða greinaðar. Endaliga úrslitið verður kunngjørt skjótast gjørligt, og heitt verður á fólk um framhaldandi at vísa varsemi. Tey, sum eru smittað verða uppringd av landslæknanum.
Næstan 300 tilburðir eru nú staðfestir í Føroyum tilsamans. Sambært seinastu hagtølunum eru 292 tilburðir staðfestir, og 99 eru smittað í løtuni. Fleiri enn 400 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er í løtuni innlagdur við smittuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald