2020-09-07 09:00

Hagtølini, sum vórðu dagførd í morgun, vísa, at vit í Føroyum bert hava fýra fólk eftir, sum eru smittað við korona.
409 av teimum 413 fólkunum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, eru nú vorðin frísk. Síðan í gjár eru 30 staðfest frísk, harav sjómenninar frá Yantarnyy, sum vórðu staðfest smittað fyri tveimum vikum síðani.
Sjey fólk eru eftir í sóttarhaldi, og framvegis er ein persónur innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya.
102.850 kanningar eru nú gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald