placeholder
Innanlands

Nú eru Føroyar á norska reyðalistanum

Erna Solberg hevur júst kunngjørt nýggjar leiðreglur – mælt verður øllum frá at fara uttanlands

Erna Solberg, forsætisráðkvinna (Mynd: EPA)

Erna Solberg, forsætisráðkvinna (Mynd: EPA)

2020-08-12 13:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska stjórnin hevur í dag gingið tilmælinum frá Folkehelseinstuttet á møti og hevur kunngjørt, at Føroyar nú verða reyðar á koronakortinum saman við fimm øðrum londum: Íslandi, Malta, Niðurlondum, Polandi og Kýpros.

Hetta merkir, at fólk, sum koma úr hesum londum til Noregs eisini skulu í sóttarhald í minst 10 dagar.

Hartil eru eisini fleiri landslutir í Svøríki komnir á reyðalista saman við tveimum landslutum í Danmark, Miðjútland og Sæland við undantaki av høvuðsstaðarøkinum. Í Svøríki eru nú bert tríggir landslutir eftir, ið ikki eru reyðir. Teir eru Kalmar, Södermanland og Västerbotten.

Frammanundan vóru hesi lond á reyðalistanum í Noregi: Andorra, Belgia, Bulgaria, Kekkia, Kroatia, Frakland, Luksemburg, Malta, Monako, Portugal, Rumenia, Spania, og Sveits.

Norski reyðlistin er einans galdandi fyri lond innan EBS, ES og Schengen-økið.

Øll hini londini í Evropa hava nú broytt lit frá grønum til gult. Hetta merkir, at Noreg nú mælir øllum frá at fara óneyðugar ferðir uttanlands.

- Haldið tykkum heima í Noregi, tað er tryggast, segði Erna Solberg, forsætisráðkvinna á tíðindafundinum.

Norska Folkehelseinstituttet arbeiðir við trimum krøvum, tá metast skal yvir, um ráðiligt er at ferðast til onnur lond. Økið skal hava færri enn 20 smittað pr. 100.000 borgarar í miðal seinastu tvær vikurnar (Føroyska talið kom hesa vikuna upp um 200), økið skal hava færri enn 0,5 innleggingar á intensivdeild pr. 100.000 íbúgvar í miðal seinastu tvær vikurnar og positivu royndirnar skulu liggja undir 5 prosent. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder