2021-09-01 10:41

Í gjár, 31. august, var seinasti dagur, at koronakanningar vórðu gjørdar við landsmørkini, og 629 kanningar vórðu gjørdar.
Men eingin smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tó eru tveir persónar afturat staðfestir frískir, tí talið á smittaðum í løtuni er farið niður á fýra.
Eisini eru tríggir persónar afturat farnir í sóttarhald, og eru nú tilsamans 31 persónar í sóttarhaldi í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald