2021-09-08 11:00

Nú ber aftur til hjá almenninginum at sleppa til løgtingsfundir. Tað boðar Løgtingið frá á heimasíðuni.
Í gjár gjørdi formansskapurin í Løgtinginum av, at løgtingsfundir aftur vera almennir, nú so stórur partur av samfelagnum er koppsettur fyri koronu.
Lagt verður afturat, at tað framvegis verður heitt á tingfólk og onnur, sum koma í Løgtingið um at hugsa um handreinføri, at halda mest møguliga frástøðu, og ikki at taka í hondina á vitjandi.
Skráin fyri dagsins tingfund, sum byrjar nú klokkan 11, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald