Innanlands

Nú eru yvir 100 smittað við koronu í Føroyum

So høgt hevur talið ikki verið í yvir tríggjar mánaðir. 17 tilburðir vórðu staðfestir í 1.380 kanningum í gjár - tveir persónar eru staðfestir smittaðir ávikavist 2. og 3. dag eftir komu til Føroyar

2021-09-30 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at nýggjastu tølini hjá landslæknanum eru kunngjørd kann staðfestast, at tað ikki hava verið so nógvir aktivit staðfestir smittuburðir í landinum síðani 18. juli, tá 112 vóru smittað, sambært hagtølunum hjá corona.fo. 

Í gjár vóru 17 nýggir tilburðir staðfestir, og harvið eru 104 fólk smittað í Føroyum. 1380 kanningar vóru gjørdar 

- Tveir persónar eru staðfestir smittaðir ávikavist 2. og 3. dag eftir komu til Føroyar. Restin eru smittað í Føroyum, 14 eru partar av kendum smittukeldum, og í einum føri er smittukeldan ikki kend.

Hetta skrivar corona.fo.

Yvir tveir triðingar av íbúgvunum eru koppsettir. Tey flestu, sum eru smittað í løtuni, búgva í høvuðsstaðarøkinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder