Net er nú farið nú undir arbeiðið at leggja fipurkaðalar til húsarhaldini í Vestmanna kommunu. Byrja varð í Bjargalíð í síðstu viku
Hetta kunnar Vestmanna kommuna um á heimasíðu sínari.
- Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár.
Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.
Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki. Samstundis skal fipurútgerð setast upp í hvørjum húsarhaldi, skrivar vestmanna.fo.
Her sæst øki, ið byrjað varð við (Mynd: vestmanna.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald