Løgreglan í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.
Hesum boðar løgreglan frá á heimasíðuni.
Sambært lógini, skulu matstovur og skeinkingarstøð, har almenningurin hevur atgongd, vera afturlatin sunnudag til hósdag millum midnátt og klokkan 5. Leygarmorgunin og sunnumorgunin skulu hesi støðini lata aftur í seinasta lagi klokkan 4, og skeinkingin skal halda uppat í seinasta lagi 15 minuttir áðrenn afturlatingartíð. Vanliga er heldur ikki loyvt at skeinkja áðrenn klokkan 11 á morgni.
Afturat hesum eru tað í halgidagslógini ásettar avmarkaðar upp- og afturlatingartíð fyri serligar dagar í árinum.
Avmarkingarnar galda fyri tað, sum sambært lógini verður nevnt "offentlige forlystelser". Offentlige forlystelser hevur løgreglan nágreinað, sbr. politiviðtøkurnar, sum dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, nektardansur (striptease) o.a., sum krevur loyvi frá løgregluni, tá talan er um fyriskipað tiltak, har atgongugjald verður kravt. Tónleikur úr hátalara fellur vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin, sbr. § 2 í halgidagslógini.
Yvirlitið hjá løgregluni og Loyvisnevndini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald